Det ser ud til at vi ikke kan finde det du leder efter. Prøv eventuelt at søge.
Svabo, J. Chr. (1746-1824)
Jens Christian Svabo (1746-1824) varð føddur í Vági. Hann tók prógv frá latínskúlanum í Tórshavn, har hann møtti Nicolai (Pedersen) Mohr (1742-1790). Svabo tók prógv í heimspeki í Keypmannahavn í 1767, eftir at bæði foreldrini vóru deyð. Svabo og Nicolai Mohr valdu báðir at lesa búskap og náttúrufrøði, hóast at mest vanligt var at velja gudfrøði. Teir vóru ávirkaðir av upplýsingartíðini, og Svabo hevði gongd í nógvum vísindagreinum. Hann samlaði orð og arbeiddi uppá eina orðabók, fyri tað føroyska málið, á donskum og latínskum. Hann skrivaði búskaparlig rit; var ein tann fyrsti til at fara í gongd við at skriva niður føroysk kvæði, og hann skrivaði langa náttúru- og búskaparliga frágreiðing um Føroyar. Tað var ikki lætt hjá Svabo at liva av tí arbeiði, hann gjørdi, at fáa goldið fyri gransking ella at fáa fast embæti. Hann mátti berjast við ringa heilsu og fátækradømi alt lívið. Svabo fekk til uppgávu, hjá danska rentukamarinum, at skriva eina lýsing av Føroyum. Men Nicolai Mohr fekk starvið fyrst og tað var ikki fyrr enn Mohr fór til Íslands at arbeiða, at Svabo tók við uppgávuni. Úrslitið var „Indberetninger fra en rejse i Færøe 1781 og 1782”, sum Svabo aldrin fekk gjørt heilt liðugt. Svabo helt til í Pæsastovu í Tórshavn seinastu 24 árini av lívi sínum. Hansara handrit eru varðveitt í Danmark og í Føroyum og verða nógv lisin enn dagin í dag.