Taylor, Elizabeth (1856-1932)

Elizabeth Taylor (eisini Miss Taylor) var fødd í Columbus, Ohio. Granskarahugur og náttúrufrøðiliga forvitni hennara førdi hana víða um lond. Hon hevði eisini listagávur, bæði teknaði og málaði. Hon skrivaði greinir og ferðafrásagnir til fleiri bløð og tíðarrit í Amerika og Onglandi. Hon savnaði og granskaði blómur, fuglar og fólkafrøðilig evnir. Elizabeth kom fyrst til Føroya í juni 1895.
(Úr: Óli Egilstrøð. „Elisabeth Taylor.“ Varðin, 1983 (50), s. 24).

Det ser ud til at vi ikke kan finde det du leder efter. Prøv eventuelt at søge.

Scroll to Top