Claus Lund (1739-1815)

Claus Lund, ella Claus Jacobsen Lund (1739-1815) var føddur í Tórshavn. Hann fór til Danmarkar at lesa í 1758 og tók gudrøðiligt „Attestas“ á universitetinum í Keupmannahavn í 1762. Claus Lund fór ikki heim aftur fyrr enn í 1765. Hann var ongantíð prestur, men sjálvur kallaði hann seg „Litteratus“ (bókmentamaður) og „Translator”. Claus Lund skrivaði og yrkti á donskum við støði í kvæðum, sagnum og útlendskum upplýsingarskaldskapi. Upp gjøgnum 1790-árini vóru yrkingar hansara prentaðar í donskum mentatíðarritunum „Minerva“, „Den danske Tilskuer“ og „Samleren“. (Úr: Malan Marnersdóttir & Turið Sigurðardóttir. (2011). Føroysk bókmentasøga 1).
Claus Lund var sonur Jacob Lund (sum var danskur) og Karen Helenu, dóttur Klaus Poulsen Gjede, sum var tann fyrsti “handelsforvalter” í Føroyum, 1710. Tá ið Jacob Lund doyði, giftist Karen Helena við Ulrik Adolf Lund (Ulrik og Jacob vóru ikki í familju).

Det ser ud til at vi ikke kan finde det du leder efter. Prøv eventuelt at søge.

Scroll to Top