Horsbøl, Anna (1856-1940)
Anna var fødd 15. juli 1856, í Tórshavn. Foreldur hennara vóru H. N. Jacobsen, bókahandlari og Johanna Maria, fødd Hansdóttir, úr Trøðum á Sandi. Tey vóru trý systkin: Elst var Sigrid, gift við Poul Niclassen, bókahandlara og yngstur var beiggin Jakob Jakobsen, doktari. Anna livdi meginpartin av ævi síni í Keypmannahavn, har hon hevði sítt yrki sum lærarinna, Bróður hennara, Jakob Jakobsen, búði hjá henni. Aftan á deyð hansara umsetti Anna og gav út tvey stór bindi av verkum hansara: An etymological dictionary of the Norn language in Shetland, í 1928-32. Anna Horsbøl doyði í oktober 1940, 84 ára gomul.