CCF 25. Jólaaftan kemur gamalur maður til hús Ásbjarnar og Ormars. Hann talar við teir um stóran dýrgrip. Ásbjørn heldur av stað at finna dýrgripin. Hann fer til eitt risahelli, har dýrgripurin er. F: Hann fer eftir gullinum og ber tað oman á skipið. Hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er risin, Brúsi, afturkomin, og hann drepur Ásbjørn. – S: Risakøtturin hjá Brúsa drepur Ásbjørn. Beiggi Ásbjørn, Ormar, heldur av stað at hevna deyða bróðursins. – F: Ormar kemur at hellismunnanum, hittir køttin og drepur hann. Í hellinum hittir hann Brúsa og berjist við hann. Ormar biður Gud og Ólav Halga hjálpa sær. At enda drepur Ormar Brúsa. Hann fer heim aftur við dýrgripinum. – S: Á leiðini ákallar Ormar Eirik Halga. Hann kemur at hellinum við monnum sínum. Køttur Brúsa drepur ein av monnunum. Har er eingin Brúsi, og Ormar skal fara, tá ið hann varnast, at handskarnir liggja eftir, og fer aftur eftir teimum. Nú er Brúsi heimafturkomin. Ormar skilir, at Brúsi er gamli maðurin, sum talaði um dýrgripin. Teir berjast. Til at bjarga lívinum bjóðar Brúsi Ormari helvtina av dýrgripinum. Hann hevur svik í huga, men Ormar drepur hann, tekur dýrgripin og fer heim aftur. (Kelda: Snar.fo)