Um handrit.fo
Landsbókasavnið hevur við hesi síðu sett hol á arbeiðið at talgilda tilfar úr goymslunum á Landsbókasavninum. Í fyrsta umfari verður farið undir at talgilda handrit.
Høvuðsendamálið við talgildingini er tørvurin at verja tilfar úr goymsluni, ið er latið Landsbókasavninum til varðveitingar. Tilfarið, sum er valt út at talgilda fyrst, eru tey elstu handritini í savninum. Í flestu førum er hetta tilfarið nógv brúkt bæði áðrenn og eftir, at tað er latið inn til varðveitslu. Tað er ofta slitið og tolir ikki væl at vera handfarið.
Flestu handritini verða løgd út alment á heimasíðuna, men á summum er klausulur. Okkurt tilfar kann ikki verða lagt út alment vegna avmarkingar, ið stava frá upphavsrætti. Tá er møguleiki at koma inn á Landsbókasavnið og síggja tilfarið her í talgildum sniði.
Ein arbeiðsbólkur við 4 starvsfólkum er settur at arbeiða parttíð við hesi varðveitingaruppgávuni. Tey velja út, hvat skal talgildast fyrst, og meta um, hvat kann leggjast beinleiðis út á heimasíðuna. Arbeiðsbólkurin hevur í yvir eitt ár arbeitt við at skanna og talgilda umframt at menna heimasíðuna. Ætlanin er at halda fram at skanna, til øll handritini eru talgildað.
Tað er okkara vón, at nógv fara at fáa gleði av heimasíðuni. Hon verður framhaldandi útbygd og ment, so eru ynski at fáa atgong til ávíst tilfar, sum ikki enn er skannað, ella hava tit viðmerkingar til brúkbarið av síðuni, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbókasavnið.
Á Landsbókasavninum fegnast vit um at kunnu lata savnið upp á henda hátt, so at enn fleiri fáa atgongd til henda part av okkara felags mentanararvi.
Nýtslutreytir á Landsbókasavninum
Handrit.fo verður rikið av Landsbókasavninum. Á hesi heimasíðuni er atgongd til eitt breitt úrval av talgildum føroyskum mentanararvi. Eitt av endamálunum hjá Landsbókasavninum er at hava eina handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. Hetta er tilfar, sum kemur frá einstaklingum, fyritøkum, feløgum o.ø., sum lata Landsbókasavninum tilfarið í varðveitslu.
Landsbókasavnið kýtir seg at gera alt tilfarið á hesi heimasíðuni lætt atkomiligt hjá brúkarum. Sum liður í hesum eru øll metadata, (upplýsingar í tekstformi um talgildan mentanararv) á heimasíðuni útgivin til nýtslu uttan treytir.
Endurgeving av tilfari
Tað, ið verður víst brúkarum á handrit.fo, kann bert nýtast í samsvari við nýtslurættin og tær treytir, sum verða lýstar her á síðuni, og kann einans nýtast í samsvari við galdandi lóg um upphavsrætt.
Her er høvuðsreglan, at talgilda útgávan av handritum ella verkum, sum er løgd út á hesa heimasíðuna, er vard móti brúki á tann hátt, at einhvør kann framleiða ella lata framleiða einstøk eintøk av hesi útgávuni til egið brúk, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga.
Er tilfar ikki vart av upphavsrætti, kann innihaldið, t.d. tekstur, myndir og tekningar, frítt endurgevast heilt ella partvís í avskrift.
Havast skal í huga, at tað hinvegin ikki er loyvt beinleiðis at endurgeva talgildu útgávurnar á hesi heimasíðuni, t.d. á aðrari heimasíðu ella í einhvørjari útgávu uttan loyvi frá Landsbókasavninum. Hetta er galdandi fyri bæði partvísa endurgeving ella endurgeving í síni heild.
Tað stendur tó øllum frítt at leinka til útgávuna.
Fráboðan og niðurtøka
Landsbókasavnið hevur ikki upphavsrætt til metadata (skrásetingar), vísingar ella talgildar endurgevingar av tilfarinum, sum metadata og vísingar vísa til. Landsbókasavnið hevur fingið upplýsingarnar um rættindi o.a. frá ymiskum einstaklingum og feløgum. Hesir veitarar av tilfarinum hava vissað Landsbókasavnið um, at rættindahavarar hava samtykt útgávu av verkum teirra við teimum treytum, sum er upplýstar. Landsbókasavnið kann ikki ábyrgdast fyri, at slíkir upplýsingar ikki eru rættir. Um tú metir, at brot er framt á tín rætt í sambandi við, at tilfar er útgivið á handrit.fo, verður heitt á teg um at gera Landsbókasavninum vart við hetta við telduposti til handrit@lbs.fo.
Er tilfar, sum verður lagt út á hesa heimasíðuna, okkum vitandi vart av upphavsrætti, verður hetta viðmerkt.
Fyrivarni um ábyrgd
Landsbókasavnið kann ikki ábyrgdast fyri trúvirði ella fullfíggjan av innihaldi og tilfari á vevsíðuni.
Útyvir tær skyldur, sum galdandi lógir og reglur áseta, hevur Landsbókasavnið á ongan hátt lógarfesta ella avleidda endurgjaldsskyldu fyri nakran serstakan, tilvildarligan, avleiddan, revsiverdan ella vanligan skaða, sum stavar frá nýtslu av vevsíðuni ella innihaldi hennara. Serstakliga er endurgjaldsskylda ikki galdandi fyri fylgjandi:
- Neyvleika, fullfíggjan o.s.fr. á heimasíðuni ella av innihaldi.
- Brot ímóti vernd av privatlívi, æru ella øðrum rættindum, teirra millum brot á upphavsrætt til metadata, vísingar ella annað tilfar, sum er tøkt á handrit.fo sambært treytum, sum rættindahavari ikki hevur samtykt.
- Nýtsla hjá triðjaparti, sum ikki lýkur nýtslutreytirnar.
Brúkar tú heimasíðuna ella innihald á henni, samtykkir tú og viðurkennir at vera bundin av nýtslutreytunum. Landsbókasavnið tilskilar sær rætt at fremja broytingar í hesum nýtslutreytum.
Leiðreglur hjá Landsbókasavninum um nýtslu av tilfari í almennari ogn
Hesar leiðreglur eru grundaðar á vælvild. Hetta er ikki ein løgfrøðiligur sáttmáli. Vit biðja tykkum um at virða hesar leiðreglur.