Main menu

 

N. F. S. Grundtvig, 1783-1872

Nikolai Frederik Sverin Grundtvig var danskur rithøvundur, teologur, prestur og stórur sálmasmiður. Hann var ein hin árinamesti maðurin í danskari søgu. Hansara hugmyndir birtu uppundir tjóðskaparkensluna í Danmark, hann vakti áhugan millum fólk fyri tí norðurlendsku gudalæruni og fólkavísunum. Arbeiðið hjá Grundtvig førdi til stovnanina av tí fyrsta fólkaháskúlanum, eini rørslu ið breiddi seg til onnur long eisini. Gundtvig er, saman við H. C. Andersen og Søren Kirkegaard, hildin vera ein av teimum størstu rithøvundunum sum danir eiga   

Facebook