Main menu

 

Jógvan Dánjalsson, 1843-1926

„Kvívíks-Jógvan, sum hann varð nevndur, eftir at hann flutti burtur úr heimbygdini, var um hálvthundrað ára aldur, tá ið hann fór at yrkja. ... Jógvan Dánjalsson ella Kvívíks-Jógvan var føddur 11. mars í 1843 í Kvívík og vaks upp har. ... At læra at lesa og skriva danskt hoyrdi til tann kristna barnalærdómin, men umstøðurnar gjørdu at Kvívíks-Jógvan lærdi seg at lesa føroyskt eftir týðing Schrøters av Matteusar evangelium. Tann lestrarhugaði smádrongurin lænti harumframt handskrivaðar bøkur frá Hammershaimb við føroyskum kvæðum eins væl og donskum rímum. ... Í skáldskapi sínum fylktist hann undir merkið hjá tí nýggju tíðini og stuðlaði tjóðskaparrørsluni í yrkingum; men ein farvegur av eldri tíð sæst í, at til skjals eru nakrar yrkingar eftir hann á donskum, serliga sálmar.“

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 504). Tórshavn: Nám 

Facebook