Main menu

 

Jakob Jakobsen, 1864-1918

 

Jakob Jakobsen (1864-1918) var fyrsti føroyski akademiski hugvísindamaðurin. Umframt føroyskt rannsakaði hann tað norrøna málið, norn, í Hetlandi og Orknoyum. Tað, sum elvdi honum til at velja hetta granskingarevnið, var ynskið um at varpa ljós á føroyskt og seta tað inn í víðari granskingarhøpi. ... Jakob Jakobsen legði støði undir føroyskt vísindaligt mál við at skriva vísindarit á føroyskum og týða yrkismáli til føroyskt. Hann skrivaði umframt málfrøðiligu høvuðsverk síni eisini fyrstu føroysku bókmentafrøðiligu ritgerðina; hann savnaði og gav út skaldskap á mannamunni og týddi fagrar bókmentir; eftir hann eru fýra yrkingar.“

 

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 391-392). Tórshavn: Nám 

Facebook