Main menu

Enok Andreasen á Frælsinum, 1863-?

Um Enok á Frælsinum var skrivað í Fríu Føroyar í 1942: „Ein av landsins trúgvu synum, Enok Andreasen, fyllur 79 ár í dag. Hann ber sín aldur væl, ja so væl, at eingin kann halda hann vera komnan so høgt upp í árum. Enokur er hildin uppat at bera postin til bygdirnar Velbastað og Kirkjubø, sum hann hevur gjørt í 30 ár, nøkur ár bar hann eisini postin til Argjar, Hoyvík og Hvítanes. Í 50 ár hevur hann verið búsitandi í Havn. Higar kom hann av Velbastað; men í Kollafirði var hann føddur og har vaks hann upp. Tað vakra, treysta, fyndorðaða føroyska mál, hann talar, er nomið í barnaárunum í Kollafirði. Kv[æ]ðakempa hevur Enokur verið, og enn orkar hann at vera við tær vanligu veitslutíðir Føroyinga. Tá hann skipar, fær okkara føroyski dansur sín gamla dám, tá er hugtakandi at koma upp í ringin. Vit ynskja kempuni nógv góð ár.“ 

Enok á Frælsinum. (1942, 16. júli). Fríu Føroyar. (S. 1). Heintað: www. http://timarit.is/view_page_init.jsp?issId=324168

 

 

Facebook