Main menu

V. U. Hammershaimb, 1819-1909

„Løgmanssonurin Venceslaus Ulricus Hammershaimb var føddur á Steig í Sandavági í 1819. ... [Hann] lærdi at lesa hjá abba sínum, fútanum [Wenzel Hammershaimb], og lærdi at skriva hjá Jens Davidsen, amtsskrivara. Í 1831 fór Hammershaimb til Danmarkar, hann tók studentsprógv í 1839 og fór síðan at lesa gudfrøði í Keypmannahavn. Í lestrarárunum fekk hann stóran áhuga fyri norrønum máli, hann kom saman við íslendskum studentum og kom í vinalag við fornminnisgranskaran Svend Grundtvig. Hann varð her fyri ávirkan, ið gjørdi, at hann setti sær fyri at virka til frama fyri føroyskt mál og mentan. ... [H]ann doyði í 1909.“

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 284-285). Tórshavn: Nám

Facebook