Main menu

Jens Chr. Djurhuus, 1773-1853

 

„Jens Christian Djurhuus (1773-1853) var virkin yrkjari í fyrru helvt av 19. øld. Romantisku eyðkennini í hansara yrking vóru, at hann yrkti við støði í søgu og kvæðastíli. Harafturat tók hann upp tilfar úr enskum 17. aldar bókmentum eftir John Milton, tá hann yrkti „Púkaljóm.“ Hann gjørdi væl og virðiliga vart við, hvørji kvæði hann hevði yrkt, og skrivaði sjálvur summi av teim niður. Serliga kend eru kvæðini um Ólav Trygvason og Sigmundar kvæði yngra. Jens Chr. Djurhuus er betur kendur undir navninum Sjóvarbóndin, tí hann var múgvandi bóndi við Sjógv í Kollafirði.“

 

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 215-216). Tórshavn: Nám 

Facebook