Main menu

 

Jens Chr. Svabo, 1746-1824

„J. C. Svabo var føddur í 1746 í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági Hann las fyrst hjá pápanum, ið var prestur, og fór so til Havnar at ganga í realskúla, har hann var liðugur í 1765. So fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttúrufrøði, men prógv tók hann ongantíð. ... Longu á heilt ungum árum fór Svabo at savna saman orð – eitt starv, sum hann helt á við til sín doyggjandi dag. Hann týddi hvørt einstakt orð til danskt og latín og setti so inn í stavrað. ... Tað hevur ivaleyst verið dreymur Svabos einaferð at fáa givið út Føroyskt-Danska-Latínska orðabók, men hetta ynskið endar, eins og alt, sum Svabo fekst við, í vónbroti. ... [S]amtíðargranskarar sýndu ikki vísuuppskriftum Svabos stóran ans. Ikki fyrr enn í 1811, tá daninn Rasmus Rask gav út „Vejledning til det Islandske eller gamle Nordiske sprog“, har hann m.a. nevnir vísuhandrit Svabos sum keldu til føroyska partin av bókini, kunnu vit siga at tilfarið aftur kemur undan kavi.“

Bókmentasøga I – Frá landnámi til Hammershaimb. (1980). Árni Dahl. (S. 35, 45, 46, 62). Tórshavn: Forlagið Fannir

Facebook