Main menu

Claus Lund, 1739-1815

 

 „Claus Lund (1739-1815) er kenslusemisyrkjari í 18. aldar anda her á landi. Hann var prestlærdur, men var ongatíð prestur. Claus Lund skrivaði og yrkti á donskum við støði í kvæðum, sangnum og útlendskum upplýsingarskaldskapi. ... Hann var føddur í Havn, fór til Danmarkar at lesa í 1758 og tók gudfrøðiligt „Attestats“ á universitetinum í Keypmannahavn í 1769. ... Tann yrkingin hjá Claus Lund, sum framvegis verður kvøðin í dansi, og sum Jakob Jakobsen helt vera eina tá bestu hjá honum, er „Sigmund Tog mod Harald Jernhoved.““ 

 

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 169, 175). Tórshavn: Nám

Facebook