Main menu

 

Niels Christopher Winther, 1822-1892

„Niels Winther (1822-1892) ... var løgfrøðingur og sakførari í Havn eina tíð, og harafturat var hann fólkatingsmaður 1851-1857. Niels Winther keypti sær eina handpressu og fór at geva fyrsta blað út í Føroyum, og hann óttaðist ikki at finnast at embætismonnum. Hetta sæst í blaðnum. Færingetidende komu út nýggju ferðir frá 13. mai til 27. juli 1852. Ætlanin við blaðnum var, at tað skuldi vera millumliður millum veljararnar og tingið – danska og føroyska ... Blaðið vildi venja fólk til at taka ábyrgdina av fólkaræðinum, og Niels Winther grundar soleiðis politiska almennið í Føroyum. ... Fram móti aldaskiftinum 1900 var búskaparliga og vinnuliga skipanin so mikið framkomin, at alment kjak um samfelagsviðurskifti kundi byrja av álvara.“

Føroysk bókmentasøga 1. (2011). Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. (S. 250, 251, 316). Tórshavn: Nám 

Facebook