Main menu

 

Jens Davidson, 1803-1878

„Hann var føddur í Suðuroy í 1803. [Hjá] Svabo í Pæsastovu … lærdi Jens Davidson bæði at skriva, lesa og rokna. Bara 14 ára gamal kom hann á amtskrivstovuna at arbeiða, og í hesum skrivarastarvi sat hann alt sítt lív – og álitismaður var hann við lít. … Ikki hevur Jens Davidson skrivað nógv, sum hevur bókmentaligt virði. [H]ann hjálpti Schrøteri við „Mattheus-týðingini“, og í 1832 skrivar hann til Bíbliufelagið, sum gav „Mattheus“ út, og sigur, at hann hevur týtt Markus evangeliið, sum hann býður felagnum til útgávu, men Bíbliufelagið sigur seg undan og vísir til, hvussu vánaliga móttøku umseting Schrøters fekk í 1832. Jens Davidson kemur harafturímóti at standa sum hin lívgandi andin, sum altíð var til reiðar at veita eina hjálpandi hond, og hann hevur tryggjað sær sess í bókmentasøgu okkara, tí at hann tók stig til at stovnseta Føroya Amts Bókasavn (nú Landsbókasavnið), sum var sett a stovn í 1828. … Jens Davidson doyði í 1878.“

Bókmentasøga I – Frá landnámi til Hammershaimb. (1980). Árni Dahl. (S. 73-74). Tórshavn: Forlagið Fannir

Facebook