Main menu

 

Ebba Müller, 1891-1967

Ebba Müller, ella Frú Müller, var fødd Ebba Karen Wica Zhale í Silkiborg í 1891. Seinni flutti familjan til Keypmannahavnar, har Ebba gekk á N. Zahles Skúla. Hon var í læru í Privatbanken og arbeiddi har í 1909-1916. Hon kom til Føroyar við manni sínum, Hans Christopher Müller, í 1916. Hann var sonur sakførara og skipaeigara í Havn og tók Hans Chr. yvir útgerðarfelagnum og DFDS skipini frá pápa sínum. Men í 1925 var Ebba vorðin einkja við tveimum smábørnum og nógvum fyritøkum sum hon mátti taka yvir. Hon var væl virt av starvsfólki, og vinnulívs- og embætismonnum. Ebba var eisini forkvinna fyri Føroya reiðarafelag í tíggju ár. Ebba Müller var við at menna tað føroyska vinnulívið og hon gjørdi árinamikið vælgerandi arbeiði. Í hesum árum var tað ikki sjálvsagt at kvinnur tóku sær av týðandi størvum í vinnulívinum, og í 1954 gjørdist Frú Müller riddari av Dannebrog.  

Dansk Kvindebiografisk leksision. Ebba Müller (1891-1967): Müller, Ebba Karen Wica.  (2003). Randi Jacobsen.  Heintað: http://www.kvinfo.dk/side/597/bio/1172/origin/170/ 

Facebook