Handrit eru skjøl og bókmentaligt tilfar, sum vanliga ikki er útgivið, men sum tó kann vera virðismikið keldutilfar.

Á Landsbókasavninum hava vit skrásett 2976 handrit í okkara bókasavnsskipan. Landsbókasavnið er í 2016 farið undir at leggja handrit út á netið. Hetta er fyrsta stig at gera føroysk handrit lesilig sum teldutøkar útgávur.

Á Handritadeildini taka vit ímóti og varðveita nýggj og gomul handrit. Øll eru vælkomin at lata okkum síni handrit.  

Nýtslutreytir

Tey flestu handrit ella verk, sum verða almannakunngjørd á hesi heimasíðuni, eru ikki vard av upphavsrætti. Verkini kunnu tí frítt endurútgevast.

Eru verk, sum verða almannakunngjørd á hesi heimasíðuni, vard av upphavsrætti, eru nýtslureglurnar tær, sum eru ásettar í løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt.

Talgilda útgávan

Talgilda útgávan av handritum ella verkum, sum er løgd út á hesa heimasíðuna, er tó vard móti brúki á tann hátt, at einhvør kann framleiða ella lata framleiða einstøk eintøk av hesi útgávuni til egið brúk, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga.

Tað er hinvegin ikki loyvt beinleiðis at endurgeva talgildu útgávurnar á hesi heimasíðuni, t.d. á aðrari heimasíðu ella í einhvørjari útgávu uttan loyvi frá Landsbókasavninum. Hetta er galdandi fyri bæði partvísa endurgeving ella endurgeving í síni heild.

Tað stendur tó øllum frítt at leinka til útgávuna.